Landsverk hevur síðan 1975 verið limur í NVS (Norrøna Vegatekniska Sambandinum). Við stavnhaldinum "Kompetence uden grænser" og fleiri enn 800 limum, hevur felagsskapurin til endamáls at menna vega-, ferðslu- og flutningsøkið við samstarvi millum fakfólk í Norðurlondum. Fjórða hvørt ár skipar NVS fyri eini vegaráðstevnu, har limirnir í felagsskapinum fáa høvi at hittast og skifta orð og vitan tvørtur um faklig, landafrøðilig og tøknilig mørk. Vegaráðstevnan hesaferð "Via Nordica 2004" var hildin í Bella Center í Keypmannahavn í døgunum 7.-9. juni 2004. Talan er um størstu vegaráðstevnu í Norðurevropu við fleiri enn 1.200 luttakarum úr Norðurlondum, Baltikum og øðrum londum. Endamálið við ráðstevnuni undir heitinum "Mennesker og mobilitet" er at kunna um tað nýggjasta innan vega- og ferðsluøkið á ein hugvekjandi og nýskapandi hátt, har tað einstaka menniskja verður sett í miðdepil. Vegaráðstevnan skal viðvirka í menningini av framtíðar vegakervinum í Norðurlondum og geva fakliga íbirtan gjøgnum viðkomandi kjak.