09-06-2008
Landsverk á Via Nordica

dag, mánadagin 09.06.08, varð vegaráðstevnan Via Nordica hjá Norrøna Vegatekniska Sambandinum (NVS) sett í Helsinki, Finnlandi.
Via Nordica er størsta ráðstevnan av hesum slagi í Norðurevropa, og væntað er, at umleið 1.200 fólk fara at taka lut á ráðstevnuni. Via Nordica ráðstevnan viðger evnir, sum hava stóran áhuga millum fakfólk og roynir somuleiðis at gera metingar um, hvussu framtíðin fer at síggja út. Høvuðsevnið í Danmark í 2004 var "Mennesket og mobilitet", meðan tað í ár er "Vagen framat".

This is Our Finest Hour
Aftur í ár luttekur Landsverk á ráðstevnuni við einum bási. Básurin hjá Landsverki hevur temaið “This is Our Finest Hour”, ið er tikið úr einari røðu hjá Winston Churchill, ið hann helt fyri Undirhúsinum undir 2. veraldarbardaga.
Við hesum orðum verður dentur lagdur á, at Landsverk við Samferðsluætlanini fyri Føroyar 2008 – 2020, hugmyndarliga og heilt ítøkiliga vil flyta seg miðvíst rætta vegin og nærkast myndini “Føroyar – ein býur í heimssamfelagnum.” Hetta er okkara "finest hour"

Úrslit: