08-11-2006
Landsverk á temadegi hjá Føroya Tele

Undir heitinum "Kom og royn markleysa heimin" bjóðar Føroya Tele øllum vinnukundum til "temadag" í Klingruni hjá Føroya Tele í morgin, hósdagin 9. november, 2006. Á skránni verða fyrilestrar og framsýningar við nýggjastu tøknini, sum Føroya Tele bjóðar sínum viðskiftafólki.

Landsverk sum "case"
Í hesum sambandi er Landsverk boðið við at vísa fram, hvørjar tænastur vit bjóða Føroya fólki við nýggju GPRS-tøknini hjá Føroya Tele.

Veðurdátur umvegis GPRS-netið
Vit hava í dag 14 veðurstøðir kring landið, ið hvønn 10. minutt sjálvvirkandi skráseta upplýsingar um vind, ætt, hita og avfall. Við nýggju GPRS-tøknini kunnu vit bjóða eina enn betri veðurtænastu. GPRS-tøknin kann nýtast til flutning av talgildum upplýsingum, og tískil kann alt samskiftið millum Landsverk og veðurstøðirnar nú vera sjálvvirkandi.

Veðurmátingar til mangt og hvat
Vit bjóða sum sagt eina røð av veðurmátingum, sum í høvuðsheitum verða varpaðar út umvegis:

Kringvarp Føroya
Sms-skipanina
www.landsverk.fo
o.a.

Nógvir ymiskir bólkar í samfelagnum (t.d. bilførarar, bátaeigarar og skiparar) gagnnýta dagliga hesar mátingar, tí ávaringar um veðrið kunnu fyribyrgja skaðum bæði á sjógvi og landi. Lesandi og granskarar hava stundum tørv á søguligum veðurdátum til rannsóknir, og av og á verða vit biðin um at seta upp veðurstøðir, har kannast skal, um ráðiligt er at byggja í ávísum øki.

Framtíðin
Sum eina roynd ætla vit at knýta vevmyndatól at summum veðurstøðum, so tú kanst fáa myndir av veðrinum í ávísum økjum beinleiðis inn á fartelefonina.

Arbeitt verður við at fáa kunningina um hálku enn neyvari, soleiðis at tað kann staðfestast, hvar í landinum og á hvørjum vegastrekki tað frystir fyrst.

Harafturat ynskja vit at kunna siga, hvussu veðrið verður nakrar tímar fram.

Úrslit: