Gjøgnum longri tíð hava fleiri kommunur í Føroyum, t.d. Sandavágs kommuna og Gøtu og Runavíkar kommunur, fílst á, at bilar koyra alt ov skjótt eftir landsvegnum gjøgnum bygdirnar.
Sum ein liður í at gera landsveganetið gjøgnum bygt økið í omanfyri nevndu kommunum tryggari fyri borgaran at ferðast í, hevur Landsverk seinastu tíðina arbeitt miðvíst við nøkrum ferðtálmandi ætlanum, sum vit í dag síggja fyrsta úrslitið av.
Fylgjandi loysnir verða nú royndarkoyrdar í eitt tíðarskeið:
- Við Gøtugjógv eru talvur settar upp áðrenn bygdaskeltini, ið vísa, at ferðin verður sett niður stigvíst frá 80 km/t til 60 km/t.
- Ferðgáar eru settir upp við bygdaskeltini í Sandavági og á Skipanesi.
- Við skúlan við Gøtugjógv og í Søldarfirði eru uppsett elektronisk broytilig skeltir, ið vísa 30 km/t í tí tíðarskeiði, tá ið børnini ferðast millum skúlan og heimið.
Hetta eru loysnir, sum vit ikki hava roynt í Føroyum áður, men sum danir hava havt góðar royndir við seinastu árini.
Í sambandi við uppsetingina av broytiligu skeltunum við skúlarnar í Søldarfirði og við Gøtugjógv verða spurnarbløð send børnum og foreldrum bæði áðrenn og aftaná uppsetingina, fyri at kanna eftir, um prosjektið hevur ávirkan á, um foreldur og børn kenna seg tryggari.
Í sambandi við at hesi ljósskelti vóru tikin alment í nýtslu í 27. apríl, var ein tíðindafundur í skúlanum við Gøtugjógv kl. 10.00.
Fyrst greiddi Gunn H. Møller frá vegadeildini hjá Landsverki frá verkætlanini. Uni Vestureið frá løgregluni segði síðan nakað um hvussu týdningarmikil slík ferðtálmandi tiltøk eru og at enda fingu umboðini fyri kommunurnar og umboðið fyri RFF orðið og søgdu teirra hugsan um hesi nýggju ferðtálmandi tiltøk hjá Landsverki.