12-02-2008
Landsstýriskvinnan í Vinnumálaráðnum á vitjan

Nýggja samgongan millum C, H og E hevur nú mannað eitt nýtt landsstýrið og er so spakuliga farin til verka. Hesaferð eru tríggir landsstýrissessir mannaðir við kvinnum.

Í Vinnumálaráðnum, sum Landsverk er stovnur undir, er Bjørt Samuelsen komin at sita fyri Tjóðveldi.

Í farnu viku boðaði Bjørt Samuelsen Landsverki frá, at hon kom at vitja stovnin og heilsa uppá leiðslu og starvsfólk fríggjadagin 8. febr.

Klokkan 10.00 fríggjamorgunin tók leiðslan á Landsverki ímóti nýggju landsstýriskvinnuni og aðal- og deildarstjóranum í Vinnumálaráðnum Arna Poulsen, Niels Winther og Kjartani Kristiansen, ráðgeva.

Úrslit: