Arbeiðið at umvæla gamla bygningin á Landssjúkrahúsinum fer í gongd í næstum. Landsverk hevur boðið arbeiðið út og hevur í dag havt lisitatión.
Arbeiðið fevnir um bygningsarbeiði, málara- og elarbeiði, og hita og ventilatión. Lisitatiónsúrslitini kunnu síggjast her.
Landsverk fer nú at samráðast um sáttmálar og tá hesir eru gjørdir, fer arbeiðið í gongd. Hetta verður væntandi innan fyri ein mánaða.