Eftir enn eitt ferðsluóhapp í Sandavági, hevur Landsverk avgjørt at kalla Landsferðslunevndina til fundar at viðgerða vegaloysnina í bygdini. Verður tað mett neyðugt verður ferðsluoyggin tikin burtur, sigur stjórin í Landsverki
Seinnapartin var aftur eitt óhapp við nýggju ferðsluforðingina í Sandavági. Ein persónbilur rendi á ferðsluoynna, sum er partur av vegaloysnini. Sambært politinum hevði bilurin ikki nógva ferð. Mansskaði var eingin.
Málið verður viðgjørt í Landsferðslunevndini í morgin.
- Eftir hendingina í dag hava vit avgjørt at boðsenda Landsferðslunevndini til fundar at viðgerða málið. Verður tað mett neyðugt fyri ferðslutrygdina fara vit sjálvsagt at taka ferðsluoynna burtur, sigur Oyvindur Brimnes, stjóri í Landsverki.
Í Landsferðslunevndin sita umboð fyri Landsverk, løgregluna, Ráðið fyri Ferðslutrygd og Akstovuna.
Ábøtur byrjaðar
Tað er eitt av royndastu feløgum á økinum í Danmark sum hevur projektera vegaloysnina, sum bæði Landsverk, løgreglan og kommunurnar hava góðkent.
Landsverk avgjørdi herfyri at bøta um loysnina, eftir at ein frágreiðingin, sum danska Vejdirektoratet gjørdi fyri Landsverk, staðfesti, at loysnin hevur nøkur lýti hóast hon er gjørd sambært vegareglunum. Hesar ábøtur er Landsverk farið undir at gera.
- Enn vita vit ikki til fulnar hví óhappini eru hend, tí at vit hava ikki sæð frágreiðingina hjá politinum enn. Tann valda vegaloysnin verður brúkt í Danmark og tí kunnu vit bara gita, at føroyingar hava ikki vant seg rættuliga við slíkar loysnir, har bilferðslan fyrr plagdi at ganga ótarnað.
Ferðslan má tryggjast
Vegaloysnin í Sandavági er ein ferðtálmari, sum hevur til endamáls at fáa bilførararnar at seta ferðina niður, tá ið teir koma inn í bygt øki. Talan er um ein part av eini størri verkætlan, sum hevur til endamáls at betra um ferðslutrygdina í Sandavági og Miðvági, tí ferðslutrygdin í økinum hevur staðið fyri skotum í fleiri ár.
- Verður ferðsluoyggin tikin burtur verður helst neyðugt at seta okkurt í staðin. Hvat tað so verður vita vit ikki enn, tí fyrst skal Landsferðslunevndin fáa møguleika at viðgera málið, sigur Oyvindur Brimnes, stjóri.
Fyribils verða eyka trygdaravmerkingar settar upp við vegaforðingina í Sandavági.