05-10-2009
Læra børn at geva byggilistini ans
ARKITEKTURUR: Altjóða arkitekturdagur verður 9. oktober. Í síðstu viku vitjaðu arkitektar ymsar fólkaskúlar kring landið, har tey saman við børnum í 4. flokki umrøddu byggilist í nærumhvørvinum.

Fólkaskúlanæmingar í 4-5. flokki kring landið fingu fyri nøkrum vikum síðani eina áheitan frá Arkitektafelagnum í Føroyum um at loysa eina uppgávu í sambandi við arkitekturdagin 9. oktober. Sambært Arkitektafelagnum var ætlanin at røkka út um alt landið við hesi verkætlan, men vóru stundir ikki til tað á hesum sinni. Teir skúlar og næmingar, sum í ár hava luttikið, hava tikið væl ímóti hesi verkætlan, og kundu í vikuni stolt leggja fram nógv spennandi tilfar, sum næmingarnir hava framleitt.


Hvat vekir tín ans?
Uppgávan hjá skúlanæmingunum fekk heitið "Hvat vekir tín ans?". Ein av arkitektunum á bygningadeildini á Landsverki, Birita Wardum, hevur orðað uppgávuna til fólkaskúlanæmingarnar fyri Arkitektafelagið.

"Ætlanin við uppgávuni er at geva børnum kring landið eina øðrvísi uppgávu, har tey við myndum skulu lýsa eitthvørt mannagjørt verk í nærumhvørvinum. Hugsanin hevur alla tíðina verið tann, at uppgávan skal verða opin, og at vit helst ikki skulu vísa teimum á nakra ávísa leið. Børnini skulu hugsa um eitthvørt, sum tey hava lagt til merkis í teirra nærumhvørvi. Síðani gera tey í felag eina ætlan um, hvat evnið hvør næmingur fer at lýsa," sigur Birita Wardum.


Hvør arbeiðsbólkur hevur tikið eina heildarmynd av evninum og 4 aðrar myndir av staklutum, ið hava vakt teirra ans. Alt hetta tilfar hava børnini síðan lagt fram fyri arkitektinum, sum hevur vitjað teirra skúla. Saman hava tey gjøgnumgingið úrslitið, har arkitekturin hevur givið sítt íkast til at fáa børnini at skilja ymsar byggilistarligar samanhangir.


Endamálið við uppgávuni
Endamálið við uppgávuni er at fáa børnini at sansa og seta orð á eygleiðingar, kenslur og upplivingar, sum verða vaktar av mannagjørdum verkum. At sansa og føla, gáa eftir, vera varugur við og leggja til merkis er fyrsta stigið á leiðini at gerast meira tilvitaður um byggilist og sniðgeving.

Framsýning
Verkætlanirnar hjá børnunum verða sýndar fram á arkitekturdegnum 9. oktober í Niels Finsensgøtu í Havn í fyrrverandi hølunum hjá JOTO. Øll eru vælkomin.

FAKTA UM BYGNINGADEILDINA Á LANDSVERKI

 

 

Høvuðsuppgávan hjá bygningadeildini er nýbygging og viðlíkahald av almennum bygningum. Í sambandi við nýbygging er tað uppgávan at greina og raðfesta krøv til byggingina við atliti at funktionaliteti, estetikki, góðskustøði. Harumframt tekur deildin lut í viðgerð av øðrum málum, har bygging og bygningar, landslag og formlist eru partar av hesum.

 

 

Á bygningadeildini starvast í dag 5 arkitektar, 1 bygningsverkfrøðingur og ein tekniskur assistentur.

 


Á bygningadeildini starvast í dag 5 arkitektar, 1 bygningsverkfrøðingur og ein tekniskur assistentur.

 

Úrslit: