10-11-2011
Læra børn at geva byggilistini ans

ARKITEKTURUR: Altjóða arkitekturdagurin verður hildin í Føroyum í døgunum 11.-13. november. Seinastu dagarnar hava arkitektar vitjað á ymsum fólkaskúlum kring landið, har tey saman við børnum hava umrøtt byggilist.

Nakrir útvaldir 4. flokkar kring landið fingu fyri nøkrum vikum síðani eina áheitan frá Arkitektafelagnum í Føroyum um at loysa eina uppgávu í sambandi við arkitekturdagarnar. Teir skúlar og næmingar, sum hava luttikið, hava tikið væl ímóti hesi verkætlan. 

Birita Wardum, arkitektur á byggideildini á Landsverki, var mánadagin saman við børnum í 4. flokki í skúlanum við Løgmannabreyt  í Hoyvík.

- Ætlanin við uppgávuni er at fáa børnini at vísa á sítt yndisrúm/stað við 5 myndum og tilhoyrandi teksti. Tey skulu avmynda og greiða frá, hvat tað er, sum ger eitt ávíst rúm/stað til teirra yndisrúm, hvat tey gera har og hvussu tað sær út, til dømis greiða frá litum, sniði, tilfari, útsýni o.a., sigur Birita Wardum.

Saman við børnunum hevur Birita gjøgnumgingið uppgávuna, víst á dømir, og givið sítt íkast til at fáa børnini at skilja ymsar byggilistarligar samanhangir.

Endamálið við uppgávuni er at fáa børnini at sansa og seta orð á eygleiðingar, kenslur og upplivingar, sum verða vaktar av mannagjørdum verkum. At sansa og føla, gáa eftir, vera varugur við og leggja til merkis er fyrsta stigið á leiðini at gerast meira tilvitaður um byggilist og sniðgeving.

Verkætlanirnar hjá børnunum verða sýndar fram í døgunum 11-13. november í Mullers Pakkhúsi í Havn, har teknistovur eisini fara at sýna fram ymiskar spennandi verkætlanir. Tað verður Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sum í morgin kl. 16 setur framsýningina í Mullers Pakkhúsi. Øll eru vælkomin.

Framsýningin í Mullers Pakkhúsi er opin soleiðis:
Fríggjadagin 11. november:    kl. 16-18
Leygardagin 12. november:    kl. 12-18
Sunnudagin 13. november:    kl. 15-18

Úrslit: