18-12-2008
Lægstbjóðandi má bíða
ÚTBJÓÐING: Játtanin at byggja nýggja sambýlið til sinnisveik í Havn er ov lítil. Fæst ikki meira peningur á verklagslógina verða færri íbúðir bygdar í fyrsta umfari. Felagið við lægsta boðinum hevur fyribils játtað at standa við sítt boð til nýggjárs

Felagið Arbor átti lægsta boðið, tá ið boðini at byggja eitt sambýli í Havn til 16 sinnisveik vóru latin upp á skrivstovuni hjá Landsverk 30. september. Boðið ljóðaði upp á 15,5 milliónur krónur.

Játtanin av lítil

Trupulleikin er, at játtanin er ov lítil. Kostaðurin fyri alla verkætlanina er 21 milliónur krónur, men játtanin er bert 16 milliónur.

Hesum hevur Landsverk boðað frá. Ivasamt er tó um politisk undirtøka er fyri at hækka játtanina. Tíksil hevur verið neyðugt at rætta verkætlanina til, so at hon passar til játtanina. Hetta merkir at tað í fyrsta umfari verða færri íbúðir enn ætlað.

Kanska færri íbúðir

Upprunaliga varð ætlanin, at 16 íbúðir skuldu vera vera í sambýlinum. Verður játtanin óbroytt vera bert 6 íbúðir í fyrst umfari. Men møguleiki verður tó at byggja fleiri afturat seinni, um játtan fæst til hesar.

Feløg, sum bjóða uppá almennar verkætlanir sum hesa eru bert bundin av sínum boðum eina avmarkaða tíð. Í hesum føri hevur felagið Arbor, sum átti lægsta boðið, játtað at standa við sítt boð til eftir nýggjárs, tá greiða er fingin á teimum fíggjarligu viðurskiftunum.

Fimm feløg buðu sær til at byggja heimið fyri sinniveik. Hægsta boðið ljóðaði upp á 18,5 milliónur krónur.

Endamálið við sambýlinum er geva búfólkunum, sum í løtuni búgva á psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum, betri bústaðarkor.

Úrslit: