08-03-2019
Kunningarfundur um nýggjan Hvalbiartunnil
TILTAK: Landsverk skipar sunnudagin fyri almennum kunningarfundi í Salt í Suðuroy um nýggja Hvalbiartunnilin.

Sunnudagin 10. mars verður kunnandi fundur í Salt í Suðuroy, har Landsverk og aðrir viðkomandi partar fara at kunna um verkætlanina við nýggjari farleið til Hvalbiar.

Tiltakið byrjar klokkan 13.15, har Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, bjóðar vælkomin. Síðani fer umboð fyri Landsverk at kunna um verkætlanina, og stjórin fyri arbeiðstakaran, Articon, fer at siga nakað um, hvussu arbeiðið verður lagt til rættis á staðnum.

Eftir hetta verður høvi at seta  umboðum frá Landsverki, arbeiðstakara og ráðgeva spurningar ella gera viðmerkingar til verkætlanina.

Øll eru hjartaliga væl komin í Salt komandi sunnudag klokkan 13.15 at hoyra nærri um nýggja Hvalbiartunnilin.

Úrslit: