18-11-2022
Kunningarfundur um Dalstunnilin
Í sambandi við at Dalstunnilin er komin áleiðis, og at tað væntandi verður komið í gjøgnum til Dals í seinnu helvt av 2023, ynskir Landsverk at bjóða áhugaðum borgarum í Húsavíkar kommunu og øðrum áhugaðum til kunningarfund um verkætlanina v.m.

Á fundinum koma umboð fyri Landsverk at greiða frá linjuføring, tíðarætlan, íbindingum, jarðarviðurskiftum og ferðsluviðurskiftum viðv. tunnlinum og vegum í Dali og Húsavík, umframt Skálavíkarvegnum.


Eisini verður høvi at seta spurningar.

Landsverk bjóðar eisini drekkamunn. Tiltakið er alment og eru øll vælkomin.

Fundurin er hósdagin 24. november 2022 kl. 19 í Eiriksstovu á Dalsvegi 1 í Dali.

 

Úrslit: