Landsverk vil fegin bjóða stovnum og stjórnarráðum landsins til kunningar- og dialogfund um umsiting og rakstur av landsins bygningum/fastogn. Hetta soleiðis at kunningarstigið kann vera hækkað, umframt at Landsverk kann fáa afturboðan uppá sítt virksemi innan økið og soleiðis menna tænasturnar. Fyrsti slíki fundurin var 3. juni 2024. Í ár luttekur eisini Keyp landsins/Gjaldsstovan í sambandi við rammuútboð viðkomandi fyri bygningsrakstur.
Á fundinum vera evnini:
- Vavið av landsins bygningum og leigumálum
- Viðlíkahaldsskipanin fyri landsins bygningar
- Brúk av DaluxFM (dalux.com) til samskifti millum LV og stovnar/stjórnarráð um bygningar
- Leigumálsumsitingin
- Uppgávu- og ábyrgdarbýti millum Landsverk og stovnar/stjórnarráð í sambandi við viðlíkahald, rakstur, umbygging, umvælingar v.m., herundir verandi markamótaskjalið Ognir
- Orkunýtsla og orkuskifti
- Tryggingar og tryggingarviðurskifti, herundir útboð av rammusáttmála um bygningsbrunatrygging (Keyp landsins luttekur)
- Rammusáttmálar viðkomandi fyri bygningsrakstur (Keyp landsins luttekur)
- Burðardygd
- Landsplanlegging
Talan er um framløgur saman við møguleika fyri spurningum og viðmerkingum.
Tiltakið er ætlað aðalstjórum, stovnsleiðarum, rakstrarleiðarum og øðrum starvsfólki, ið hava við umsiting, rakstur og røkt av bygningum at gera.
Hugsaðu at umleið 1-3 fólk kunnu møta fyri smærri og meðal stórar stovnar og umleið 2-4 fyri størru stovnarnar.
Vit ynskja fegin at frætta um tit koma við fráboðan til Marjuna Eysturoy, verkætlanarfólk á maey@lv.fo ella fartelefon 29 08 51.
Eru spurningar er LV til taks.