Á fundinum kemur Landsverk at greiða frá verkætlanum, ið eru í umbúna ella undir fyrireiking uppá stytri og longri sikt, bæði innan bygningar og anlegg, umframt innan orkuskifti v.m. Eisini verður frágreiðing um leigumál, fastognarumsiting og landsplanlegging.
Fundurin verður á høvuðsskrivstovuni hjá Landsverki Yviri við Strond 15-17, mikudagin 3. juni, kl. 14:15-16.15.
Ikki er neyðugt við tilmelding, men frætta fegin um tit koma. Sendið boð til Marjuna Eysturoy á maey@lv.fo.
Eru spurningar ella uppskot í sambandi við tiltakið ringið til Sigurð Ó. Vang, deildarleiðara á Verkætlanardeildini, á 290 871 ella siva@lv.fo.