Landsverk, Politiið, Sandavágs og Miðvágs kommunur skipa í morgin, hósdagin 22. november, fyri kunnandi borgarafundi um innihaldið í verkætlanini "Ferðslusanering í Miðvági/Sandavági. Fundurin verður í skúlanum á Giljanesi og byrjar kl. 19.00 stundisliga.
Verkætlanin, sum strekkir seg heilt frá vestara sonuskeltinum í Miðvági til norðara sonuskeltið í Sandavági, skal fyrst og fremst bøta um ferðslutrygdina í øllum økinum. Ætlanin er eisini at fevna um gangandi og súkklandi ferðslu millum bygdirnar - ísv. skúlan á Giljanesi serliga, so tað verður tryggari hjá børnunum at ferðast í økinum.
Skráin:
Kl. 19.00:
Vælkomin og inngangur: Heini Eysturoy, Landsverk.
Limir í stýrisbólkinum um verkætlanina.
"Ferðslusanering í Miðvági/Sandavági: Ulrik Valentin,
Via Trafik.
Møguligir spurningar til stýrisbólkin úr salinum
Heini Eysturoy, Landsverk, rundar av.