TRÝPARTSAVTALA: Avtalan um fyrrverandi bretska komandosentralin við flogvøllin, sum Krígssavnið yvirtekur til virksemi sítt, er nú komin undir land við eini sokkallaðari trýpartsavtalu. Hon ber í sær, at Sørvágs Kommuna yvirtekur bygningin og letur hann víðari til Felagið Krígssavnið, og at Landsverk – sum í mong ár hevur húsast í bygninginum – fyri søluna fær eitt grundstykki nærhindis frá kommununi.
Talan er um eitt sokallað makaskifti, ið verður mett sum ein greið og góð loysn, har Landsverk afturfyri at avhenda bygningin, fær eitt grundstykki frá Sørvágs Kommunu til ognar, sum stovnurin kann reisa nýggjan bygning á til sítt virksemi.
Treytin fyri makaskiftinum er, at Sørvágs Kommuna letur bygningin víðari til Krígssavnið, ið sostatt kann flyta úr fyribils hølunum í Miðvági til fyrrverandi bretska komandosentralin við flogvøllin. Sostatt verður ongin broyting í endamálinum við hesum søguliga bygningi, nevniliga, at hann verður nýttur sum krígssavn. Tó skal avtalan formliga leggjast fyri Løgtingið.
Tað var bretska hervaldið, sum undir øðrum heimsbardaga lat byggja komandosentralin, tá farið varð undir byggja og reka flogvøll í Vágum.
Í dag fríggjadagin 2. september klokkan 15.00 verður trýpartsavtalan millum Landsverk, Sørvágs Kommunu og Felagið Krígssavnið undirskrivað. Í hesum sambandi verður fram til klokkan 18.00 opið hús á Leitisvegi 58 í Miðvági, har Krígssavnið heldur til í løtuni.
Komandosentralurin, har Krígssavnið framyvir kemur at liggja, er tann grøni bygningurin beint við omankoyringina til flogvøllin.
Um nakar ynskir vita meira um aftaluna, ber til at seta seg í samband við Ewald Kjølbro, stjóra á Landsverki, tlf. 290 801, ella til samskiftistænastuna á tlf. 290 804.