06-11-2008
Kravd skeið um vegarbeiði

TRYGDARSKEIÐ: Enn er møguleiki at melda seg til skeiðið “Vegurin sum arbeiðspláss”, sum Landsverk skipar fyri saman við Vejsektorens Efteruddannelse í Havn í døgunum 17.- 21.november. Talan er um kravd skeið fyri tey, sum arbeiða við landsvegirnar.

Landsverk skipar saman við Vejsektorens Efteruddannelse fyri at undirvísarar koma til Føroya at halda ymisk skeið á vegaøkinum.

Hesaferð kallast skeiðið “Vegurin sum arbeiðspláss” og er um trygd í sambandi við vegarbeiðið. Bæði trygdina hjá tí, sum arbeiðir á vegnum ella við vegin og ferðslutrygdina sum heild í samband við vegarbeiði.

Treytirnar fyri at fáa graviloyvi at arbeiða í landvegi ella við landsveg eru herdar. Nú er tað eitt krav í loyvistreytunum, at tað altíð er minst ein á staðnum, har arbeitt verður, sum hevur nevndu tað kravda skeiðið.

Tvey sløg av skeiðum

Landsverk hevur skipað fyri hesum skeiðnum fyrr. Skeiðini geva eitt prógv, sum skal endurnýggjast 5. hvørt ár. Og tíðin er komin til at tey, sum fyrst vóru á skeiði skulu endurnýggja síni skeiðspappír.

Tískil er talan um skeið á tveimum stigum: Annað er eitt endurtøku-skeið, sum er fyri teimum, sum hava verið á skeiði fyrr. Hettar skeiðið varar ein dag. Hitt skeiðið er fyri tey, sum einki skeið hava frammanundan. Er undirtøka fyri tí verður skipað fyri tveimum slíkum skeiðum. Tey vara tveir dagar.

Danskir undirvísarar fara at standa fyri undirvísingini. Men sum nakað nýtt fer Landsverk á skeiðnum í ár at kunna um nýggju treytirnar í graviloyvunum. Skeiðið verður á Hotel Hafnia í Havn.

Skráin fyri skeiðið ”Vegurin sum arbeiðspláss” sær soleiðis út:

17. -18. nov. Vegurin sum arbeiðspláss (fyrstu ferð)
19. nov. Vegurin sum arbeiðspláss (endurtøkuskeið)
20. -21. nov. Vegurin sum arbeiðspláss (fyrstu ferð)

Kostnaður fyri hvønn luttakara:

Vanlig skeið: 7000 kr.
Endurtøkuskeið 5000 kr.

Íroknað prísin er matur, skeiðstilfar og prógv. Pláss er fyri 20 luttakarum á hvørjum skeiði.

Til ber at tekna seg til skeiðið við at senda ein teldupost til Armgarð Steinhólm á Ferðsludeplinum hjá Landsverki (armgard@lv.fo).

Úrslit: