LISITATIÓNSÚRSLIT: Lisitatión var á Landsverki herfyri í sambandi við leinging av atløgusíðu á Krambatanga, og gerð av rampu við meira til samferðsluhavnina á Eiðinum í Svínoy. Fylgjandi tilboð komu inn:
Leinging av atløgusíðu á Krambatanga:
Arbeiðstakari Tilboðsupphædd
J&K Petersen3.215.913 +MVG
Samferðsluhavn á Eiðinum í Svínoy:
Arbeiðstakari Tilboðsupphædd
RTS 8.479.110 +MVG
JKP 4.288.001 +MVG
Játtanin til verkætlanina á Krambatanga er 3 mió. kr, og kostnaðarmetingin fyri verkætlanina í Svínoy er u. 2,5 mió. kr.
Landsverk fer nú at gjøgnumganga tilboðini.