17-05-2022
Komið er í helvt við nýggju tunlarnar Norður um Fjall
Karl Vang, Landsverk, hevur tikið myndina
Arbeiðið við tunlunum Norður um Fjall gongur væl og er nú helvtin av arbeiðinum gjørt.

Hugnaløta hevur verið í Árnafirði í gjár, nú verkætlanin til nýggju tunlarnar eru komin hálvvegis. 

Framdriftin hevur verið góð og er nú skotið íalt 1192m Hvannasundsmegin og 937m Árnafjarðamegin. Tað, sum eftir er at skjóta, eru 1003m Hvannasundsmegin og 953m Árnafjarðamegin. 

Umboð fyri Klaksvíkar kommunu, Viðareiðis kommunu og Hvannasunds kommunu, arbeiðsfólk hjá LNS og Articon, og Landsverk vóru við á staðnum til ein betri bita. 

 

Myndirnar hava Ernst Vágsgarð, Landsverk og Rasmus Eysturoy, Articon tikið. 

Úrslit: