31-08-2009
Komandi vegaverkætlanir skulu eftirkannast
FERÐSLUGRANNSKOÐAN: Óheftir ferðslutrygdargrannaskoðar fara í framtíðini at eftirkanna allar nýggjar vega- og ferðsluverkætlanir, sum Landsverk varðar av. Royndir aðrastaðni vísa, at slík tiltøk minka um talið á deyðsvanlukkum og óhappum í ferðsluni

Tað er eitt av tiltøkunum, sum eru skotin upp í Ferðslutrygdarætlanini fyri Føroyar 2008-2015, sum nú verður sett í verk hjá Landsverki.

Sambært Ferðslutrygdarætlanini er eitt av málunum, at óheftir trygdargrannskoðarar skulu eftirmeta allar vega- og ferðsluverkætlanir, sum verða settar í verk í Føroyum.

Landsverk hevur tey seinastu árini nýtt óheftar grannskoðarar til ymiskar verkætlanir, men í framtíðini verður talan um eina fasta skipan, har óheftir ferðslugrannskoðarar fara at eftirmeta allar vega- og ferðsluverkætlanir, sum Landsverk stendur fyri.

Endamálið er at betra ferðsluloysnirnar, so at færri fólk doyggja ella fáa skaða í ferðsluni, av teirri grund at vegurin ikki er nóg góður.

Vegaloysnir kunnu betrast

Hagtølini vísa, at vegurin og kringumstøðurnar eru beinleiðis orsøk til 6 % av øllum ferðsluóhappum og óbeinleiðis orsøk til 19 %. Tískil ber til at minka ferðsluóhappini við at gera veganetið betri og tryggari.

Endamálið við ferðlutrygdargrannskoðanini er at gera nýggjar vegir og vegir, sum verða broyttir, so tryggar sum tilber – áðrenn teir verða tiknir í brúk. Grannskoðanin skal avdúka møgulig lýtir við verkætlanini, so at neyðugar broytingar kunnu gerast áðrenn vegurin verður gjørdur.

Mannagongdin er, at ein óheftur ferðslugrannskoðari, sum hevur serliga útbúgving sum slíkur, metir um ferðslutrygdina í verkætlanini. Hetta verður gjørt fleiri ferðir undir projekteringini, so at ferðslutrygdin verður ein partur av verkætlanini longu frá byrjan.

Sum fyribrygdi stavar ferðslutrygdargrannskoðan upprunaliga úr Onglandi, og fleiri norðurlond hava eisini roynt skipanina. Og tað munar. Royndirnar vísa, at møguleiki er at minka talið á fólkum, sum doyggja ella fáa skaða av ferðsluvanlukkum 5 til 8 prosent.

Royndirnar vísa eisini, at ferðslutrygdargrannskoðan er lønandi, og at eykaútreiðslunar at fremja eftirlitið og at gera møguligar broytingar av verkætlanunum eru ikki serliga stórar.

Landsverk hevur avgjørt at seta í verk ferðslutrygdargrannskoðan sum standardkrav í sambandi við allar nýggjar vegaverkætlanir. Samstundis er ætlanin, at landið í framtíðini skal bjóða kommununum óhefta grannskoðan av øllum nýggjum kommunalum vegaverkætlanum.

Úrslit: