13-02-2026
Kom við á árliga limafundin hjá NVF 11. mars 2026 á Hotel Hafnia
Á árliga limafundinum hjá føroysku deildini í NVF (Norrønt Vegforum), kanst tú frætta nærri um virksemið hjá felagsskapinum og hoyra nýggja gransking um, hvussu føroyskt grót kann gagnnýtast betur í byggivinnuni.

Um NVF

NVF er eitt alment-privat vinnusamstarv við umleið 320 limafyritøkum úr øllum Norðurlondum. Felagskapurin hevur deildir í Danmark, Svøríki, Noregi, Finnlandi, Íslandi og Føroyum. Í Føroyum hevur deildin 24 limir, ið fevna um bæði kommunur, stovnar og privatar fyritøkur.  

Høvuðsendamálið við NVF er at deila og menna vitan innan vega- og ferðsluøkið. Hetta verður m.a. gjørt gjøgnum norðurlendskar arbeiðsbólkar, har serfrøðingar møtast og samstarva tvørtur um almenna og privata geiran. Fleiri føroysk umboð luttaka í arbeiðsbólkunum, har tey viðgera evni sum rakstur og viðlíkahald, vegasnið, vegatøkni, ferðslutrygd, tunlar, ferðsluplanlegging og býarferðslu, og fara vit at frætta frá nøkrum av hesum til limafundin. 

Skrá 

11:30 Miðmáli í matstovuni á Hotel Hafnia 
 
12:30 Limafundur í Panorama 
 
13.00 Virksemi í arbeiðsbólkunum og val av stýri 
 
13.50 Gransking um gagnnýtslu av føroyskum gróti v/Karin M. E. Habermehl Cwirzen  
 
14.45  Takk fyri 
 

Melda teg til 

Við at luttaka á fundinum, kanst tú frætta meira um, hvussu tú kanst gerast partur av NVF samstarvinum og vera við til at menna vega og ferðsluøki í Føroyum. Melda teg til limafundin við at skriva ein teldupost til skrivaran Maritu Svartá, masv@lv.fo.  

 
Úrslit: