26-03-2009
Klovin óbrúkiligur til flogvøll
FLOGVØLLUR: Tað ber ikki til at byggja nýggjan flogvøll í Klovanum í Vágum, sum lýkur altjóða krøv. Sjálvt við undantøkum verður tað so trupult og dýrt, at tað loysir seg ikki, staðfesta kanningar, sum Landsverk hevur latið gjørt av økinum millum Leitisvatn og Fjallavatn.

Landsverk mælir frá, at nærri kanningar verða gjørdar av ætlanini, at gera nýggjan flogvøll í Klovanum, har Sørvágs kommuna hevur mælt til at byggja hann.

Skulu altjóða krøv til flogvøllir haldast, mugu so stórar nøgdir av gróti spreingjast og beinast burtur, at tað verður órealistiskt at byggja flogvøllin á ætlaða staðnum. Sjálvt við undantøkum og frávikum mugu ovurhonds stórar nøgdir at tilfari beinast burtur og hetta fer at fleirfalda byggikostnaðin.

Eisini benda kanningarnar av inn- og útflúgvingarviðurskiftunum á, at flogferðslan á einum nýggjum flogvølli í Klovanum fer helst at vera minni reglulig enn hon er í Vága Floghavn í dag.

Kannaðu uppskotið

Tað er Sørvágs kommuna sum eigur uppskotið um flogvøll í Klovanum. Ráðgevarafyritøkurnar Munin og Rambøll hava ført fram, at tað ber til at gera ein flogvøll har. Uppskotið er tó ongantíð lýst og dokumenterað.

Tað er hesar forkanningar, Landsverk nú hevur latið gjørt.

Landsverk hevur kannað lendisviðurskiftini á staðnum, og hevur fingið Steinar Hammer, ráðgeva í Norra og bretsku ráðgevarafyritøkuna Cyrrus Ltd, at kanna inn- og útflúgvingarviðurskiftini. Í báðum førum tala niðurstøðurnar ímóti, at gera flogvøll í Klovanum.

Fjall stendur fyri

Kanningarnar, sum Landsverk hevur gjørt vísa, at neyðugt verður at spreingja umleið 27,8 milliónir kubikkmetrar av gróti burtur fyri at gera flogvøllin. Hendan metingin er væl at merkja fyri ein flogvøll, sum hevur fingið undantøk frá altjóða krøvum, sum ICAO, ST-stovnurin fyri ferðafólkaflúgving, setir.

Nakað av grótinum fer til sjálvan flogvøllin, men neyðugt verður at beina burtur meiri enn 24 milliónir kubikkmetrar. Tað svarar til umleið 24 ferðir tað nøgd av gróti, sum kom upp, tá ið sprongt varð fyri havnini á Gomlu Rætt.

Leysliga mett fer tað at kosta umleið 3 milliardir krónur at spreingja 27,8 milliónur tons. Tað er tríggjar ferðir so nógv sum tað fer at kosta at byggja sjálvan flogvøllin í Klovanum. Tann kostnaðurin er mettur til slaka milliard.

Skulu altjóða krøv haldast verður flogvøllurin uppaftur dýrari. Skulu øll ICAO-krøv haldast, verður neyðugt at spreingja og beina burtur 92,3 milliónur kubikkmetrar av gróti. Landsverk metir at hettar er órealistiskt.

Inn- og útflúgving

Útlendsku ráðgevararnir, sum hava kannað málið seta eisini spurnartekn við flogviðurskiftini í Klovanum. Teir halda ikki, at tað ber til at fáa nøktandi inn- og útflúgvingarviðurskifti á staðnum.

Lendið er soleiðis háttað, at minima – tað er hæddin, sum flogfarið skal vera í, tá ið avgerðin um at lenda verður tikin – verður ov høgt. Tað verður hægri enn í Vága Floghavn, og sostatt verður flogferðslan í Klovanum helst ikki regluligari enn hon er í Vága Floghavn í dag.

Samanumtikið metir Landsverki uppskotið um nýggjan flogvøll vera so ivasamt, at stovnurin heldur tað ikki vera ráðiligt, at arbeiða víðari við hesum uppskoti. Ætlanin eigur ikki at vera kannað nærri, uttan so at fortreytirnar broytast, er niðurstøðan.

Ein kanning sum norska felagið, Asplan Viak, gjørdi í 2006, bendi á sama borðið. Hon vísti, at tað ber ikki til gera ein nýggjan flogvøll í Vágum, sum lýkur galdandi krøv til lendi og innflúgving.

Frágreiðingarnar hjá Steinar Hammer, ráðgeva í Norra og bretsku ráðgevarafyritøkuna Cyrrus Ltd kunnu lesast her Klovan-rapport_bilag.pdf (3,36 MB)  og frágreiðingin hjá Landsverki her Upprit-Klovan.pdf (796 KB)

Úrslit: