18-12-2007
Klippikortið skjótt veruleiki

Reglurnar um klippikortið koma í gildi 1. januar í 2008.

Klippikortið hevur til endamáls at minka um álvarssom brot á ferðslulógina. Eitt klipp er ein skráseting av einum ferðslulógarbroti í telduskipanini hjá politinum, og er galdandi frá tí degi, brotið er framt, og næstu 3 árini. Fært tú 3 klipp (stig) innan fyri 3 ár, verður koyrikortið frádømt treytað.

Klippikortið er galdandi fyri øll akfør, sum koyrikort krevst til, t.e. vanligur persónbilur, bussur, lastbilur, motorsúkkla, lítil motorsúkkla, traktorur og motoramboð, tó ikki prutl.

Les meira um klippikortið ella stigaskipanina á http://www.klippikort.fo/

Úrslit: