05-01-2011
Klettur loysnaði á Stykkinum

OMANLOP: Seinnapartin í dag loysnaði ein 20-25 tons tungur klettur úr beninum framvið landsvegnum á Stykkinum við Leynar. Hóast nakað av smágróti kom á gongubreytina, var kortini ongin vandi á ferð.

Hetta er tíðin við skiftandi frosti og bloti í jørðini, og tí kann altíð væntast, at grót ella annað tilfar loysnar úr lendinum ymsastaðni í landinum.

Landsverk fer komandi dagarnar undir at kanna og tryggja benið á Stykkinum móti fleiri lopum.

Tey, sum vilja vita meira, kunnu venda sær til Mikkel Heide Frandsen, rakstarleiðara á vegadeildini á Landsverki, tlf. 290 882, ella til kunningartænastuna á tlf. 290 804/-805, sum kann vísa til rætta viðkomandi.

Úrslit: