Fýra tilboð vóru komin inn, tá lisitatión varð hildin í sambandi við, at ein depil skal byggjast í Runavík fyri børn við fjølbreki.
Lægsta tilboð eigur Sp/f Byggivirkið KBH, sum ljóðar á 15.083.090 krónur. Næstlægstir eru Sp/f TN-Bygging við 15.996.840 krónum, og síðani koma P/f Articon við 17.949.462 krónum og Sp/f Búsetur við 19.365.924 krónum.
Øll tilboðini liggja undir kostnaðarmetingini, sum er 20.065.950 krónur.
Tað eru Arkitektar 99, ið hava teknað bygningin. Ráðgevarar eru KJ-Elráð, HMP-Consult og PB-Consult.
Landsverk fer nú at taka støðu til innkomnu tilboðini.