15-10-2008
Kannaðu alternativan tyrlupall í Mykinesi
RANNSÓKN: Tað skal vera tryggari og lættari at koma í Mykines og fara úr oynni aftur. Týsdagin vóru umboð fyri Landsverk og Sørvágs kommunu í Mykinesi og hugdu at umstøðunum at gera ein alternativan tyrlupall.

Sørvágs kommuna hevur søkt landið um 2 milliónur krónur at gera ein alternativan tyrlupall í Mykinesi. Møguleiki er hjá kommunum at søkja um stuðul til íløgur í infrakervið í útoyggj. Tað er hesi kontu, kommunan ætlar at fáa stuðul av..

Betra sambandið
Tyrlupallur er í Mykinesi, men trupulleikin er, at tað er ikki lendandi har á summum ættum. Serliga um veturin kann tað verða trupult at koma í oynna.

Tískil er ynski sett fram um ein eyka tyrlupall norður-eystanfyri bygdina. Í fyrstu atløgu er alternativi pallurin serliga ætlaður at brúka í neyðstøðu, tá tað ikki ber til at lenda á verandi tyrlupalli.

Landsverk varar av tyrlupallunum í Føroyum. Týsdagin vóru umboð fyri Sørvágs kommunu og stjórin og deildarleiðarar í Landsverki saman við tveimum tyrluskiparum frá Atlantic Airways í Mykinesi og hugdu at umstøðunum.

Tað eru flogskiparar hjá Atlantic Airways, sum hava víst á staðið, har kommunan ætlar at gera alternativan tyrlupall. Á ferðini fleyg tyrlan m.a. av ymsum ættum inn yvir økið, har ætlanin er at gera tann nýggja tyrlupallin.

Onnur ørindi
Landsverk og Sørvágs kommuna høvdu eisini onnur ørindini í Mykinesi týsdagin.

Kommunan hevur søkt um stuðul at tøma innslingina fyri grót, sum javnt og samt savnast har av nattúrligum grundum.

Eisini hevur kommunan søkt um stuðul at kanna møguleikarnar fyri at betra um lendingina og atkomuviðurskiftini hjá bátum.

Úrslit: