Undir lisitatiónini á Landsverki í dag gjørdist greitt, at J&K Petersen eigur lægsta tilboðið at gera eina brúgv um Kringluna í sambandi við Innkomuvegin til Havnar.
Tvær fyritøkur lótu inn tilboð upp á arbeiðið. Umframt J&K Petersen, sum vil gera arbeiðið fyri 6.666.913 krónur, kom tilboð frá Articon, ið ljóðar upp á 8.963.012 krónur.
Landsverk fer nú at taka støðu til tilboðini.