07-11-2012
Ítróttarhøllin í Sandoy letur upp
NÝBYGNINGUR: Leygardagin verður almenn móttøka í nýggju Ítróttarhøllini í Sandoynni, har landsstýrismaðurin í mentamálum fer at handa sandoyingum nýbygningin.

Stórur dagur verður í Sandoynni leygardagin, tá oyggjabúgvarnir kunnu taka nýggju ítróttarhøllina í nýtslu. Skipað verður fyri almennari móttøku, har Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, vegna byggiánarin, ið er Mentamálaráðið, alment fer at handa sandoyingum høllina, nú byggingin er liðug.

Høllina, ið Selmar Nielsen Arkitektar hava teknað, og sum liggur við Meginskúlan á Sandi, hevur kostað gott 27 mió. krónur at byggja. Byggibúningin varð gjørd av P/F Articon, Sp/F TG-Verk hevur gjørt byggiarbeiðið, og Landsverk er byggiharri.

Arbeiðið við høllini hevur gingið væl, og skráin fyri almennu móttøkuna leygardagin 10. november er hendan:

12:00 Ítróttarhøllin letur upp fyri almenninginum
12:20 Havnar Hornorkestur spælir og ítróttarfólkini ganga skrúðgongu inn í høllina. Sungin
verður sangurin ”Førum fram yvir dalar og fjøll”
12:30 Almenna handanin
• Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, handar alment sandoyingum nýggju ítróttarhøllina
• Gerhard Lognberg, formaður í Sandoyar Skúlasambandi tekur vegna Sandoynna ímóti Ítróttarhøllini.
• Eftir handanina flyta umboð fyri byggiharrar, ítróttarfeløg, kommunur og onnur fram heilsanir til nýggju høllina.
• Eftir heilsanirnar verður sungin sangurin ”Á leikvøllum funnust í forðum” og Ítróttarfólkini marsjera út aftur.
13:30 Smyrjibreyð, drykkjuvørur, kaffi/the og køkur
14:00 Sandoyarbørn taka ítróttarhøllina alment í nýtslu við at spæla Kidswolly
14:30 Harmonikuliðið á Sandoynni spælir
15:00 Fagurfrøðiligur Fimleikur
15:30 Jákup Weihe skemtar
16:00 Flogbóltsdystur millum Landsver og politikarar í oynni
17:00 Manskórið á Sandoynni syngur
18:00 Hátíðarhaldið endar

Úrslit: