09-09-2008
Íslendskir verkfrøðingar vitjaðu

Umleið 30 íslendingar vitjaðu í gjár høvuðsskrivstovuna hjá Landsverki í Havn. Hetta vóru fyrrverandi verkfrøðingar við makum, sum eru á vitjan í Føroyum í hesum døgum.

Fleiri av verkfrøðingarnir hava arbeitt hjá vegaverkinum í Ìslandi.

Á ferðini løgdu teir leiðina framvið Landsverki, har Finnleif Durhuus, rakstarleiðari á vegadeildini hjá Landsverki greiddi teimum frá brotum úr søgu stovnsins.

Úrslit: