02-02-2005
Ísbilur kannar vegir

Landsverk hevur ætlanir um at seta veðurstøðir upp á teimum støðum, har frostur fyrst legst á koyribreytina, tá broytingar eru í veðrinum. Endamálið er at kobla veðurstøðirnar á eitt Føroya-kort, sum fer at liggja á heimasíðuni hjá Landsverki. Á heimasíðuni verður so møguligt hjá fólki at síggja, hvussu koyrilíkindini eru ymsa staðni í landinum.

Kaldastu vegastrekkini finnast
Kaldastu vegastrekkini verða funnin við sonevnda ísbilinum. Hesin bilur hevur útgerð, sum m.a. mátar vind, hita í luftini og hita á koyribreytini. Útgerðin er bundin í eina teldu, sum skrásetir upplýsingar og eisini er ein GBS’ari, sum vísur, hvar bilurin er staddur.


Lufthitin verður mátaður í 20 cm hædd, 1 metrar og 2 metrar hædd. Tað skal vera stjørnuklárt, tá mátingarnar fara fram, tí tá kølnar yvirflatan á vegnum skjótast.

Hálka hóast hitastig
Herfyri vóru mátingar gjørdar á vegastrekkinum av Hálsi í Tórshavn til Maskinmiðstøðina hjá Landsverki í Kollafirði. Mátingarnar vístu, at stórur munur kann vera á hitanum í luftini og á hitanum á koyribreytini.

Á Sundi var hitin í luftini t.d. máldur til 6 hitastig, og koyribreytin til 0 hitastig. Hetta vísur, at hitin í luftini ikki í øllum førum er trygd fyri, at hálka ikki kann vera. Við nýggju tøknini ber til at geva neyvari fráboðanir um koyrilíkindi ymsa staðni í landinum.

Verandi veðurstøðir
Veðurstøðirnar, sum í dag verða nýttar, eru 9 í tali og eru uppsettar serliga fyri at máta vind. Veðurstøðirnar eru á Glyvursnesi, á Høgareyni, á Norðadalsskarði, í Kaldbaksfirði, í Leirvík, við molan í Leirvík, í Kambsdali, Kirkjubø og í Koltri

Veðurstøðirnar á Høgareyni, í Kaldbaksfirði og í Kambsdali máta umframt vind eisini hitan á koyribreytini. Mátingarnar frá veðurstøðunum kunnu síggjast á´www.landsverk.fo undir 'Veðrið'.

Úrslit: