Í loysnini hjá Landsverki er ongin íbinding í Sundsvegin og Villingardalsvegin. Orsøkin til, at Landsverk ikki kann ganga ynskinum hjá kommununi um íbindingar í Villingardalsvegin og Sundsvegin á møti, eru einfaldar:
Við báðar hesar vegir verður tað trupult vegatekniskt at binda í, og harafturat hevði tað ikki verið ráðiligt ferðslutrygdarliga.
Við hesi loysn hjá Landsverki hevur ferðslan á nýggja innkomuvegnum skjóta atgongd til Sundsvegin umvegis íbindingina í innkomuvegin við Stórutjørn. Brotalinjan á kortinum vísir eitt møguligt framtíðar kommunalt vegastrekki (ísv. útstykking) frá íbindingini við Stjóratjørn og yvir í Sundsvegin. Hesin møguligi kommunali vegateinur kann førast undir nýggja innkomuvegin, sum kortið vísir.
Við trimum íbindingum fáa íbúgvarnir í Tórshavnar Kommunu stóra gleði av tí nýggja vegnum. Íbindingin til Stórutjørn hevur samband við grannaløgini kring Løgmannabreyt og Inni á Gøtu, meðan íbindingin í Flatarvegin gevur skjóta atgongd til Millum Gilja og umvegis eina styttri umkoyring til alt økið millum Sundsvegin og Villingardalsvegin. Frá seinastu íbindingini, undir Krákugjógv, er atgongd til Ringvegin og víðari bæði móti eysturbýnum, miðbýnum, vesturbýnum, Argjum, Norðasta Horni, Glyvursnesi og Gomlurætt. Sostatt eru tær valdu íbindingarnar sera væl dekkandi fyri allan býin.
Landsverk hevur sum kunnugt til uppgávu at gera landsvegir, meðan kommunur taka sær av kommunalum vegum. Innkomuvegurin oman fyri Havnina er ein landsvegur, og tí hevur Landsverk skyldu til at gera vegin sambært tí endamáli og teimum forskriftum, sum landsvegalógin ásetur. Landsverk hevur ta áskoðan, at slíkir vegir skulu gerast í neyvum samstarvi við ta ella tær kommunur, sum vegurin ávirkar, so borgarin í kommununi fær mest møguligt gagn av hesum. Eisini er endamálið, at bæði gjøgnumgangandi og lokala ferðslan eru til so lítlan ampa sum møguligt fyri hvønn annan og fyri borgaran. Hetta hevur Landsverk eisini gjørt í málinum um innkomuvegin til Havnar.
Kortið kann takast niður í fullari stødd her: Innkomuvegurin_010711.pdf(3,46 MB)
Vilt tú vita meir um hetta málið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ewald Kjølbro, stjóra á Landsverk, ella kunningartænastuna tel. 290 804/290805.