Landsverk bjóðar vegna Mentamálaráðið út keyp av leysum innbúgv til byggiverkætlanina “Aulan til Tekniska Skúlan í Klaksvík.
Verkætlanin fevnir bæði ný/afturat bygging av Auluni, umfamt umvæling/dagføring av verandi hølum í skúlanum. Aulan verður áleið 480 m², sum er staðsett á P-økinum norðanfyri verandi inngongd á matr. nr. 752b. Harafturat skulu verandi hølir umvælast her er talan um áleið 510 m².
Aulan skal virka sum eitt savningarstað hjá skúlanum og skúlaheiminum. Umframt dagliga virksemið skal aulan kunna hýsa ymiskum tiltøkum, so sum royndum, prógvhandanum og øðrum samankomum.
Uppgávan fevnir í høvuðsheitum um keyp av leysum innbúgvi, sum egnar seg til fjølbroytta virksemi sum eri Auluni. Veitingin inniber innkeyp, veiting, montering og klárgering til nýtslu.
Leinkja til útboðstilfar:
Eru spurningar ber til at venda sær til Bjarna Seyer Heinesen á t-post bjhe@lv.fo ella á fartelefon 340 853
Freist at lata inn tilboð er hósdagin 3. september 2026 kl. 14.00