STARVSVENJING: Landsverk hevur seinastu tvær vikurnar havt tvey ung fólk í starvsvenjing, sum hava upplivað mangt og hvat á stovninum - bæði á skrivstovuni í Havn og úti um landið.
Janus Jónatan Hannesarson og Rebekka T. Olsen, sum dagliga ganga í 9. flokki í Kommunuskúlanum í Havn, siga soleiðis um tíðina í starvsvenjing á Landsverki:
Rebekka:
- Eg vildi fegin royna meg sum arkitekt á Landsverki, og var eg so mikið heppin at sleppa at arbeiða saman við arkitektunum á skrivstovuni í Havn.
Dagarnir, eg var saman við arkitektunum, skuldi eg skitsera ein bygning í eini tekniskipan, sum eg als ikki kendi frammanundan. Tá eg var liðug at tekna, legði eg fram prosjektið fyri teimum og greiddi frá mínum hugskoti við bygninginum.
Ein part av tíðini var eg eisini úti um landið og vitjaði í Hundarabotni, á maskinmiðstøðini hjá Landsverki í Kollafirði og í Suðuroy. Eg eri so glað fyri at verða sloppin at royna so mangt ymiskt - tað er nakað, eg ikki fari at gloyma. Eg havi lært nógv nýtt, og sumt kann nýtast aftur seinni í lívinum.
Janus hevur eisini verið runt á Landsverki, og sigur hann soleiðis um tað, hann hevur upplivað:
Janus:
- Eg havi upplivað tað besta frá báðum síðum á Landsverki. Tá meini eg við tað besta inni frá skrivstovuni og uttan fyri skrivstovuna. Eg havi millum annað lært, at stór prosjektir, sum til dømis tað at byggja eina havn, er ikki nakað, tú bara setir í verk aftaná ein mánað ella tveir av planlegging. Tað tekur allarhelst fleiri ár. Eisini havi eg fingið vitan um, hvussu eitt veruligt arbeiðspláss er skrúvað saman.
Persónliga havi eg stóran áhuga fyri KT, og var eg so heppin at sleppa at vera saman við einum forritara á Landsverki ein fyrrapart. Tað var sera spennandi, sjálvt um tað var á hægri støði, enn eg eri vanur við. Tað allarmest áhugaverda var tó, tá eg ein morgunin slapp við á ein fund saman við nøkrum starvsfólkum. Kjakið á fundinum minti meg nógv um kjak, sum eg sjálvur havi upplivað í bólkaarbeiðum í skúlanum. Munurin var bara, at hesin 'vaksnamanna fundurin' var nógv meira intensur og spennandi.
Vit á Landsverki takka teimum báðum fyri tíðina, tey hava verið saman við okkum, og ynskja góða eydnu víðari.