15-12-2025
Í Føroyum eru 14 góðkendar ISPS-havnir
Mikudagin 10. desember fundaðust partarnir í føroyska ISPS-netverkinum, sum er umboðað av Landsverki, Politinum, MRCC, Sjóvinnustýrinum, Navit og Fjarskiftiseftirlitinum og teimum ymisku havnunum.

Kunnað var um arbeiðið við ISPS, og høvi var at deila vitan og royndir. Tórshavnar Havn greiddi frá útbygging av havnini og dagføring av ISPS-økinum. Navit greiddi frá um verndarætlanir og váðametingar, og Fjarskiftiseftirlitið kunnaði um KT-trygd. 


Um ISPS

Landsverk røkir ymiskar myndugleikauppgávur, ið skulu verja havnarløg ímóti yvirgangi. Hendan ábyrgdin er grundað á ISPS-kotuna (International Ship and Port Facility Code), sum er eitt altjóða regluverk hjá IMO (International Maritime Organisation).

 

Úrslit: