15-09-2025
Hvussu gera vit okkara tunlar tryggari?
Í síðstu viku skipaði Nordisk Vejforum (NVF) fyri einum seminari um tunlar og tunnilstrygd, har fleiri enn 90 fólk luttóku. Serfrøðingar úr okkara grannalondum bóru fram nýggja vitan og royndir innan økið, ið kunnu vera við at gera tunlar enn tryggari at ferðast í gjøgnum.

Ulf Lundstrøm, ið er trygdarserfrøðingur á Trafikverket í Svøríki, greiddi frá teirra góðu royndum við at nýta sprinklarar í tunlum. Hann vísti á, hvussu ein sprinklaraskipan skjótt og væl megnar at fáa tamarhald á tunnilseldum, og sostatt kann verða eitt týdningarmikið amboð fyri tunnilstrygdina. Hetta er ein skipan, sum í løtuni verður bygd inn í nýggju tunlarnar í Stokkhólmi.  
 
Guðni Ingi Pálson, ráðgevi frá íslendsku deildini hjá Cowi, greiddi frá um trygdarrúm í Íslandi, ið eru rúm, har fólk kunnu fara inn í, um eldur er í tunlinum. ES-reglar loyva ikki slíkum rúmum, tískil er man eisini afturhaldandi at loyva teimum í Íslandi. Hann vísti á fyrimunir og vansar við trygdarrúmum, og samanbar tey við ein bjargingarbát á sjónum, har tú fært møguleikan fyri at bjarga tær, um tú ert í neyð.
 
Jonas Anderson, sum eisini er serfrøðingur innan tunnilstrygd frá Trafikverket hevði eitt upplegg um snið og týdningin av neyðljósum í tunlum – serliga ljós, sum eru monterað á tunnilssíðunum. Hann vísti m.a. á at Trafikverket hevur góðkent ein hondlista, við innbygdum ljósi, sum kann leiða fólk út, um eldur ella onnur neyðstøða er í tunlinum.
 
Bartal Højgaard, jarðfrøðingur á Jarðfeingi, endaði seminarið við einum uppleggið um, hvussu man kannar um svølluleir er í basalti, meðan man byggir tunlar. Svølluleir hevur tann eginleika, at tað veksur tá ið tað kemur í kontakt við vatn. Hetta kann gera tað ótrygt at vera inni í einum tunli, tí grót kann detta og rapa undan loftinum. Tað hevur tí alstóran týdning at hava eyguni eftir svølluleiri, meðan man byggir tunnlar, so neyðug trygdaratlit verða tikin. 

 


 

Um NVF

Høvuðsendamálið við NVF er at deila og menna vitan innan vega- og ferðsluøkið. Hetta verður gjørt við áhugaverdum tiltøkum og umvegis norðurlendskar arbeiðsbólkar, har serfrøðingar møtast og samstarva tvørtur um almenna og privata geiran.


Vilt tú vera við? 

Sum limur í NVF kanst tú luttaka í norðurlendskum arbeiðsbólkum, og menna teg innan økir, tú hevur áhuga fyri. Les meiri um NVF her.

Ynskir tú at frætta nærri um NVF og limaskap, kanst tú seta teg í samband við NVF-skrivaran Maritu Svartá, masv@lv.fo.

 

Úrslit: