18-02-2010
Hvalbiartunnilin: Viðlíkahald av tunlum
TUNLAR: Hvalbiartunnilin er elsti tunnil í landinum. Landsverk hevur øll hesi árini eftirhugt og kannað tunnilin regluliga og gjørt neyðugar ábøtur. Í 2007 var hann harafturat eftirhugdur av serfrøðingum. Í ár verður arbeitt víðari við at tryggja tunnilin eftir tilmælinum frá 2007

Tað var í 2007, at serfrøðingar kannaðu allar tunlar í landinum (burtursæð frá undirsjóvartunlunum) við tí endamáli at fáa raðfest viðlíkahaldið av teimum. Hvalbiartunnilin er ein av teimum tunlunum, sum orsakað av aldri og standi, var raðfestur hægst í tilmælinum.

Tá ið tunlar verða eftirhugdir og kannaðir av serfrøðingum, verður góðskan á fjallinum staðfest og ein støðumeting av tunlinum gjørd. Síðan verður niðurstøða gjørd um, hvat skal til fyri at tryggja tunnilin, soleiðis at hann lýkur nøktandi trygdarkrøv. Hevur fjallið sjálvt høga góðsku, og er tunnilin í góðum standi, er tað kanska nøktandi at reinsa og skróta væl, t.e. at taka niður grót ella tilfar, ið er um at loysna. Er fjallið hinvegin úr minni góðum tilfari og tunnilin í verri standi, kann tað vera neyðugt at sproyta betong, fullstoypa, bolta ella nýta tað, sum tey á fakmáli kalla "systembolting", har boltað verður eftir einum ávísum mynstri, har tað er so og so langt ímillum boltarnar. Út frá slíkum støðumetingum verður so sett inn við teimum loysnum, sum serfrøðingarnir meta vera best egnaða loysnin til júst tað staðið. Longu frá byrjan, tá ið ein tunnil skal byggjast, kann tað eisini verða neyðugt at bolta, sproyta betong ella stoypa, um góðskan á fjallinum ikki er av tí besta.

Hvalbiartunnilin verður tryggjaður
Sunnari endin
Við støði í tilmælinum frá 2007 var nakað av tryggingararbeiði gjørt í 2009 í sunnara enda av Hvalbiartunlinum. Onkrar røddir hava verið frammi um, hví so nógvir boltar eru nýttir til tryggingararbeiði av tunnilsloftinum í sunnara enda av tunlinum. Leiðarin á vegadeildini á Landsverki, Heini Eysturoy, vísir á, at teir her hava valt at nýta "systembolting" til júst hetta tryggingararbeiðið. "Tað er ikki óvanligt, at tað er so tætt ímillum boltarnar, tá ið tú nýtir "systembolting", og er tað heldur ikki nakað nýtt amboð í arbeiðinum at tryggja tunlar", sigur Heini Eysturoy." Tað verða sostatt nýtt ymisk amboð í tryggingararbeiðinum – alt eftir, hvørjum standi fjall og tunnil eru í.

Fyrireika trygging av norðara enda
Nú verður so tryggingararbeiði í norðara enda av Hvalbiartunlinum fyrireikað. Herfyri var ein serfrøðingur í Hvalbiartunlinum fyri at gera eina støðumeting og lýsa tað tryggingararbeiðið, sum nú skal gerast í norðara endanum í tunlinum. Lýsingin av, hvussu norðari endi í Hvalbiartunlinum skal tryggjast, verður latin Landsverki í byrjanini av mars mánað.

FAKTA HVALBIARTUNNILINSprongdur ígjøgnum 28. des. 1962Longd: 1.450 metrarFríhædd: 3 metrarFyrsti tunnil til bilferðslu í FøroyumÁFS (ársmiðalferðsla í 2009): 733 akfør um samdøgrið
Vilt tú vita meira um hetta evnið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Heina Eysturoy, deildarleiðara á vegadeildini á Landsverki tel. 290 881 ella he@lv.fo

Úrslit: