13-07-2020
Hvalbiartunnilin skotin ígjøgnum
Veðrið var av tí fagrasta, tá teir tríggir Fríðolv Eysturberg, Kári Norðberg og Jóan Pauli Næs, úr Hvalba, trýstu á knøttin og loystu seinasta skotið av fyri Hvalbiartunlinum undir hátíðarløtu í Trongisvági týsdagin.

Vegna almennu tilmælini um fyribyrging móti koronavirus, varð talið av innbodnum til hátíðarhaldið avmarkað, men hátíðardámurin og frøðin var kortini ikki at taka feil av.

Umleið 100 fólk vóru savnað við tunnilsmunnan í Trongisvági, har Tvøroyrar Hornorkestur setti dám á løtuna, áðrenn Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum hildu røðu.

Sí myndir frá hátíðarhaldinum niðanfyri. Trýst á fyrstu myndina, og nýt síðani pílin at blaða við.

Myndir: Rúni Thomsen

Úrslit: