21-03-2005
Hovstunnilin útbjóðast

Nú verður farið undir at gera tunnilssamband millum Øravík og Hov. Fyrsta stig er at finna arbeiðstakarar við rætta førleika, sum kunnu bjóða uppá høvuðsarbeiðstøkuna. Lýst verður í Íslandi, Noregi, Danmark og Føroyum, og freistin at senda inn upplýsingar um fyritøkuna er 19. apríl 2005.

Tá tilboðsveitarar við rætta førleika eru funnir, verða hesir bodnir at geva tilboð uppá arbeiðið. Hetta verður væntandi í fyrru helvt av mai.

Les føroysku lýsingina her.

Kort
Reyða linjan millum Øravík og Hov vísur, hvar tunnilin verður.

Úrslit: