15-10-2007
Hovstunnilin alment opin 27. oktober

Leygardagin 27. oktober verður Hovstunnilin tikin alment í nýtslu. Í hesum sambandi fer Landsverk at skipa fyri almennum hátíðarhaldi har suðuri og veitslu um kvøldið fyri innbodnum.

Tunnilin liðugur áðrenn upprunaligu tíðarætlanina
"Nær letur tunnilin upp?" Líka síðani tað frættist millum fólk, at Hovstunnilin fór at verða liðugur áðrenn upprunaligu tíðarætlanina, sum var við árslok 2007, hava fólk vent sær til Landsverk við spurninginum um, nær tunnilin letur upp. Hetta er væl skilligt, tí tunnilin hevur leingið sæð út uttan, sum um hann er liðugur, og maskinur, arbeiðshøll og onnur stór sjónlig amboð eru flutt úr økinum. Tað er tó ikki fyrr enn nú, at allar neyðugar installatiónir og trygdarútgerð innan eru lidnar.

Tunnilin er ikki handaður Landsverki enn, men gjøgnumgongd hevur verið, og tað sum nú manglar, er ikki alneyðugt at fáa liðugt, áðrenn tunnilin verður tikin í nýtslu. Tí kann væntast, at Landsverk yvirtekur tunnilin ein av fyrstu døgunum. Síðani skal ein tilbúgvingarvenjing haldast og tunnilin endaliga myndugleikagóðkennast, áðrenn hann kann latast upp fyri almennari ferðslu.

Portalurin
Allar súðir eru tó ikki heilt syftar enn. Sum kunnugt skal portalurin Øravíkarmegin, t.e. tunnilsmunnin, leingjast. Av tí at bíðitíðin frá tí, at tú bíleggur elementir, til tey eru móttikin, er so long, hevur Landsverk tikið avgerð um at bíða við hesum arbeiði til næsta summar. Sjálvt arbeiðið at leingja portalin fer tá at taka umleið sjey vikur, harav tunnilin verður stongdur í umleið tvær vikur. Av trygdarávum er tó ein fyribils loysn gjørd.

Nøgd við úrslitið
Sum byggiharri í hesi spennandi verkætlan, eru vit hjá Landsverki væl nøgd við samlaða úrslitið, nú tað fyriliggur. Hovstunnilin er ein fyrsta floks tunnil, sum øll væntandi fáa stóra gleði av.

Stórur dagur
Í sambandi við at Hovstunnilin verður latin upp alment leygardagin 27. oktober, fer Landsverk at skipa fyri einum almennum hátíðarhaldi og veitslu fyri innbodnum um kvøldið. Skráin verður kunngjørd seinni.

FAKTA UM HOVSTUNNILIN
Longd:2.435mBreidd:9,5mDagføring av vegi:2.740mBreidd á vegi:7,0mVegøksl:1,5 báðumegin

Úrslit: