27-04-2005
Hovstunnilin

Fyrireikingarnar til arbeiðið uppá Hovstunnilin eru væl áleiðis.

Í apríl hevði Landsverk lýsing í norðurlendskum bløðum, har fyritøkur vórðu bodnar til sonevnda prækvalifikatión. Hetta merkir, at førleikin hjá fyritøkum, ið ynskja at bjóða uppá arbeiðið at byggja Hovstunnilin, verður mettur.

4 feløg ella konsortiir hava bjóðað seg fram. Trý av útlendsku feløgunum hava bjóðað seg fram saman við føroyskum feløgum:

1) NCC/Byggitek

2) LNS/Articon

3) MTH/J&K Petersen

4) Ístak

Tilfarið verður nú gjøgnumgingið, og í komandi viku verður avgjørt, hvørji feløg verða boðin at bjóða uppá arbeiðið at gera Hovstunnilin.

Úrslit: