HERVERK: Herverk er seinastu nátt framt á skeltini í tunlunum Norður um Fjall. Hetta er so mikið álvarsamt, at Landsverk hevur sett løgregluna inn í málið, tí slíkt gongur út yvir trygdina í tunlinum.
Talan er um 3 sett av M skeltum, sum eru burtur í Árnafjarðartunlinum og 4 sett av M skeltum í Hvannasundstunlinum. Eitt ávaringarskelti hevur fingið so stóran skaða, at tað má skiftast út.
Landsverk hevur boðað løgregluni frá herverkinum, og heitir á fólk um at boða løgregluni frá beinanvegin, um tey vita nakað um hesa hending í tunlunum seinastu nátt.