Tað var nú herfyri, at boð vóru send Landsverki um, at ljósskipanin í Gásadalstunlinum var í ólagi. Tá ið ljósskipanin var kannað nærri, var staðfest, at onkur hevur gjørt seg inn á sjálva ljósskipanina, tí fleiri hol vóru í armaturunum.
Landsverk hevur boðað løgregluni frá herverkinum, og heitir á fólk um at boða Landsverki ella løgregluni frá beinanvegin, um tey vita nakað um hesa hending í Gásadalstunlinum.
Tey, sum vilja vita meira um herverkið í Gásadalstunlinum, kunnu venda sær til Heina Eysturoy, leiðara á vegadeildini á Landsverki, tlf. 290 881.