19-09-2008
Herverk á eldsløkkjarar í Gásadalstunlinum
SLØKKIÚTGERÐ: Herverk varð herfyri gjørt á nakrar av elsløkkjarunum í Gásadalstunlinum. Málið er so mikið álvarsamt, at Landsverk hevur avgjørt at melda. Slíkt kann ganga út yvir trygdina.

Tað var felagið, sum hevur eftirlitið og tænastuna í sambandi við eldsløkkjararnar, sum uppdagaði herverkið.

Onkur hevði tikið trýggjar av eldsløkkarunum úr skápunum og hevði sprænt við teimum inni í tunlinum, m.a.inn í eitt av skápunum.

Herverksfólkið var farið so illa við eldsløkkjarunum, at teir máttu skiftast út allir trýggir.

Landsverki kunnugt er tað óvanligt, at fólk gera seg inn á eldsløkkjararnar í tunlunum. At gera slík er vandamikið. Tí hevur Landsverk avgjørt at melda herverkið til politiið.

- Hetta er at seta trygdina hjá fólki í vanda. Um fólk uppdaga, at onkur hevur gjørt seg inn á eldsløkkararnar í tunlunum fara vit at heita á tey um at boða frá hesum beinanvegin, antin hjá Landsverki ella politinum, sigur Heini Eysturoy, leiðari á vegadeildini hjá Landsverki.

Úrslit: