Í tíðarskeiðnum 20.-31. august var Heiðrikur í Garði Mortensen, sum vanliga gongur í 9. flokki í Argja skúla, í starvsvenjing hjá okkum her á Landsverki. Ein fjølbroytt skrá, sum vit vónaðu fór at geva honum eitt gott yvirlit og innlit í stovnsins virksemi, var fyrireikað til hansara frammanundan. Áðrenn Heiðrikur fór aftur á skúlabonkin á Argjum, fingu vit eitt stutt prát við hann um tíðina.
Trygdareftirlit í Hovstunlinum
Nøkur starvsfólk á vegadeildini skuldu suður í Hovstunnilin í hesum tíðarskeiði í sambandi við trygdareftirlit av tunlinum. Heiðrikur var við teimum, tá ið el-innleggingar, telefon- og eldsløkkjaraskáp í Hovstunlinum vóru eftirkannað, og slapp m.a. sjálvur at kanna, um alarmurin virkaði, sum hann skuldi.
Norðanfyri maskinmiðstøðina í Kollafirði er ein nýggj veðurstøð, sum eisini skuldi fáast at virka hendan dagin. At enda fingu teir eitt vevmyndatól afturat at virka í Norðradalsskarði, áðrenn leiðin gekk aftur til Havnar eftir Oyggjarvegnum.
Hundsarabotnur - aftur nakað annað
Tveir dagar vóru settir av til Hundsarabotn, og eru vit vís í, at Heiðrikur nú veit meira enn tey flestu um asfalt- og skervframleiðslu.