10-04-2013
Hátíðarløta við Marknagil
BYGGING: Tíðin er nú búgvin til, at byggingin av nógv umrødda Skúladeplinum við Marknagil er klár at fara í gongd.

Í hesum sambandi skipar Landsverk sum byggiharri fyri eini hátíðarløtu við Marknagil mánadagin 15. apríl kl. 15.00, har Ewald Kjølbro, stjóri, fer at bjóða vælkomi, og síðani fer Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, at seta spakan í fyri byggingini.

Eftir hátíðarløtuna er opið hús í matstovuni á Skúlaheiminum beint viðsíðuna av, har borðreitt verður við pinnamati og øðrum góðum.

Úrslit: