Hátíðarhaldið ísv. at Strandavegurin var tikin í nýtslu leygardagin 17. november byrjaði við heilsurenning oman fyri Hulk á Strondum kl. 12.00. Umleið 400 fólk luttóku í heilsurenningini, men ikki øll runnu hendan teinin. Fleiri høvdu valt at ganga, trilla barnavogn, lufta hundinum o.s.fr. Beint fyri kl. 13.00 vóru fólk biðin um at stilla seg aftan fyri snórin.
Síðan gekk leiðin beint oman í "Kafeteria" í ítróttarhøllini á Skála, har Landsverk bjóðaði gløgg og eplaskivur, frukt og juice og karamellur og kaffi/te.
Góður stemningur var inni, og nógv fólk vitjaðu. Fýra røður vóru á sjálvari móttøkuni. Oyvindur Brimnes legði fyri, síðani segði Bjarni Djurholm nøkur orð og at enda fingu borgarstjórarnir í ávikavist Sjóvar og Runavíkar kommunu orðið.
Malena Thomsen legði serligan dent á ferðslutrygdina í síni røðu - á hvussu nógv tryggari tað nú var hjá eitt nú børnum og eldri at ganga inni í bygdini, tá ið tung ferðsla var leidd út um bygt økið.