HÁTÍÐARHALD: Í gjár, 16 mars, handaði Landsverk Mentamálaráðnum Skúladepilin í Suðuroy. Í hesum sambandi varð skipað fyri almennari móttøku í Skúladeplinum.
Fleiri hundrað fólk bæði frá Suðuroynni og norðanfjørðs høvdu leita sær til nýggja Skúladepilin í Suðuroy fyri at verða við til hátíðarhaldið og fyri at síggja nýggja vakra Skúladepilin. Á skránni vóru fleiri røður og tónleikur við næmingum frá Skúladeplinum.
Vælkomin
Kl. 15.00 bjóðaði Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki vælkomin. Hann fortaldi eitt sindur um verkætlanina, so sum hvør ráðgevarar, arbeiðstakarar vóru , og um tíðarætlanina og kostnaðin av skúladeplinum.
Eitt nú kann nevnast at kostnaðurin fyri skúladepilin er 74 mió. kr. Harafturat eru 7,7 mió. kr. farnar til innbúgv og list, og 4,2 mió. kr. til asfaltering av økinum, og til at leggja vatn- og kloakrør, sum ikki vóru á staðnum áðrenn farið varð undir at byggja Skúladepilin.
Eftir røðuna handaði Oyvindur Brimnes Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í mentamálum, skúladepilin, og eisini lat hann henni lyklarnar til skúlan.
Menningarmøguleikar í Suðuroy
Eftir at hava fingið skúladepilin handaðan, helt Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, røðu.
Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, nevndi m.a. at nógv hevði verið tosað um menningarmøguleikar í Suðuroy. Ein fortreyt fyri menning er útbúgving. Uttan útbúgving ber ikki til at klára seg í altjóða kappingarhøpi, og tað er líka mikið hvørjar vinnugreinir vit tosa um. At leggja vitan inn í eina vøru ger, at hægri prísur fæst fyri vøruna.
Mentamálaráðið handaði eisini Skúladepilin eina gávu, sum varð málningur av Bárður Jákupsson.
Eftir at hava latið teimum báðum deildarleiðarunum málningin, handaði landsstýriskvinnan teimum hvør sín lykil til skúlan fyri at staðfesta, at nú kundi skúlin takast alment í nýtslu.
Skúladepilin í Suðuroy, Grønidalur 2, Porkeri.
Eftir at deildarleiðararnir høvdu fingið lyklarnar til skúlan, helt Ole Laursen, deildarleiðari á Miðnámsskúlanum í Suðuroy eina røðu.
Hann takkaði fyri handanina av deplinum og vildi gjarna í sínari røðu staðfesta heiti á bygninginum.
Millum fólk er bygningurin kendur sum Skúladepilin í Hovi. Men rætta heiti á bygninginum er Skúladepilin í Suðuroy, og í hesum bygningi húsast tveir skúlar, Miðnámsskúlin í Suðuroy og Heilsuskúli Føroya.
Adressan er Grønidalur 2, Porkeri.
Lekjandi arkitekturur.
Eisini Jórun Petersen, deildarleiðari á Heilsuskúla Føroya, takkaði fyri handanina av nýggju hølunum. Hon nevndi m.a. at góð og nýggj hølir hava sera stóran týdning fyri læring og trivnað hjá tí einstaka, og tí er tað at gleðast um at tey nú á skúlanum hava fingið eitt stimbrandi skúlaumhvørvið. Umhvørvið hevur so nógv at siga, at fakfólk ið arbeiða við innrætting, brúka eitt hugtak ið eitur lekjandi arkitekturur. Fakfólk eru blivin meira og meira varug við, hvussu stóran týdning umhvørvið rundan um okkum hevur, fyri at vit kunnu trívast sum menniskju, og enntá fyri at sjúk kunnu lekjast skjótari.
Fleiri røður.
Eisini hildu Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, Árni Winther, stjóri á Árna Winther Arkitektum, og Tage Krogsgaard frá MT Højggard røður.
Tónleikin tóku næmingar frá Miðnámsskúlanum og Heilsuskúlanum sær av. M.a. var sera vakur kórsangur og fløjtuspæl.
Eftir skránna varð orðið frítt og tá vóru eisini fleiri ið nýttu høvi at ynskja deildarleiðarunum hjartaliga tillukku við skúlanum og at handa deplinum gávur.