Nú er komið so langt við Skúladeplinum í Suðuroy, at reisigildi verður í dag, mikudag 16. apríl.
Í Suðuroy skipa tey fyri einum minni hátíðarhaldi í Skúladeplinum í dag kl. 15.00, har millum annað Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í mentamálum, flytir fram røðu. Eisini fara umboð fyri næmingaráðið í Miðnámsskúlanum og Heilsuskúlanum í Suðuroy at siga nøkur orð.
Tvøroyra Hornorkestur fer at hugna um løtuna, og tey vitjandi fáa kaffi og køkur.
Hátíðarhaldið er alment.