19. apríl verður alment hátíðarhald á Syðradali. Nýggja samferðsluhavnin verður tikin alment í nýtslu hendan dagin og í hesum sambandi skipar Landsverk fyri móttøku á havnaøkinum, har røður, horntónleikur og okkurt til matna verður.
Hátíðarhaldið byrjar, tá Sam umleið kl 16.30 leggur at í nýggju
samferðsluhavnini. Klaksvíkar hornorkestur spælir til hátíðarhaldið.
Á havnaøkinum verða síðani røður. Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, letur Strandfaraskipum Landsins samferðsluhavnina til nýtslu. Umboð fyri Strandferðsluna sigur nøkur orð og síðani fær landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Bjarni Djurholm, orðið. Landsstýrismaðurin sker snórin og tekur samferðsluhavnina alment í nýtslu.
Magni Garðalíð, borgarstjóri í Húsar kommunu, verður seinasti røðari og hann ætlar m.a. at bjóða øllum, sum eru komin at hátíðarhalda nýggju samferðsluhavnina, til døgurða um kvøldið á Húsum. Húsar og Klaksvíkar kommunur eru vertir.
Tá røðurnar eru hildnar, bjóðar Landsverk breyð við føroyskum viðskera og okkurt afturvið. Breyðið verður keypt frá skótunum í oynni.
Barskor, sum hevur siglt á Syðradal í mong ár, fer at liggja við kei, og høvi verður hjá fólki at fara umborð. Summi fáa eisini møguleika at sigla seinasta túrin við Barskor, tá hann saman við Sam umleið kl 20.30 fer av aftur Syðradal. Tá fara Klaksvíkar og Húsar kommunur at heilsa skipunum báðum við fýrverkaríi. Kunnað verður um møguligar broytingar í ferðaætlanini.
Eini 200 fólk væntast at taka lut í hátíðarhaldinum.