10-03-2011
Hátíðarhald á brúnni um Streymin

HÁTÍÐARHALD: Fyrrapartin í dag varð skipað fyri hátíðarhaldi á brúnni um Streymin í sambandi við, at brúgvin nú er umvæld og ein spildurnýggj gongubrúgv verður tikin alment í nýtslu.

Fleiri hundrað skúlabørn, lærarar, barnagarðsbørn og pedagogar úr teimum ymsu skúlunum og dagstovnunum í Sunda Kommunu vóru komin til hátíðarhaldið og gingu yvir um eftir gongubrúnni veittrandi við føroyskum fløggum.

Tað var í morgun kl. 09.30, at stjórin á Landsverki, Ewald Kjølbro, bjóðaði øllum vælkomin til hátíðarhald á brúnni um Streymin fyri at markera, at nú er brúgvin liðugt umvæld, og ein spildurnýggj gongubrúgv alment er tikin í nýtslu.

- Tað var dagin eftir kendu brúnna um Bosporus-sundið í Turkalandi, ið knýtir Evropa og Asia saman, at Brúgvin um Streymin lat upp í síni tíð, vísti stjórin á Landsverki á.

Avgerandi týdning fyri samfelagsmenningina
Tað var tann 30. oktober í 1973, at brúgvin um Streymin var tikin alment í nýtslu, og var hetta fyrsta brúgvin fyri bilferðslu um Atlantshavið. Kostnaðurin tá í 1973 fyri brúnna var 14 mió. kr. Nú er brúgvin dagførd og sum nýggj.

Í 1950, áðrenn brúgvin kom, var ferðatíðin av Eiði til Havnar 4 tímar. Nú er hon undir 1 tíma. Menningin av hesi farleið hevur sostatt lagt lunnar undir ein nýggjan hátt at búleikast í her í Føroyum, tí ikki er neyðugt longur at búgva sama stað, sum tú arbeiðir.

Tá Norðskálatunnilin varð tikin í nýtslu í 1976, góð trý ár aftaná, gjørdist Sundalagið høvuðsferðsluæðrin í Føroyum, tí næstan alt samband millum norður, suður, eystur og vestur (dagliga 4.500 bilar) er á hesi farleið.

Brúgvin um Streymin hevur tí almiklan týdning fyri føroyska samferðslukervið.

Raðfesta ferðslutrygdartiltøk høgt
Rørsluár var í fjør, og nógv fólk eru farin at røra seg meira við at ganga ella renna - eisini millum bygdir.

- Nýggja gongubrúgvin skal gera tað trygt hjá fólki at ganga/renna millum størstu oyggjarnar báðar, hóast nógvu ferðsluna um brúnna. Vónandi kann hetta tiltak betra møguleikarnar fyri hesum, segði Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, m.a. í síni røðu aftaná inni í skúlanum á Oyrarbakka, har eini 300 børn og aðrir gestir vóru til staðar.

- Hetta at skilja bleyta og harða ferðslu er í tráð við 0-hugsjónina, og er eitt av tilmælinum í ferðslutrygdarætlanini frá 2007. Hetta er ein av fleiri verkætlanum hjá Landsverki fyri at økja um ferðslutrygdina á landsvegakervinum í hesum økinum seinastu árini. Eg kann til dømis eisini nevna trygdartiltøkini í Streymnesi og Hósvík, umframt dagføringina av Norðskálatunlinum, sum var liðug í 2009, segði Annika Olsen, landsstýriskvinna.

Takk fyri tolsemi
- Ein slík umfatandi dagføring hevur sjálvandi havt sína ávirkan á ferðsluna, meðan arbeiðið er farið fram. Tað hevur tó gingið fyrimyndarliga væl, tí bilførarar hava víst tolsemi. Uttan hetta hevði tað ikki borið so væl til, segði Ewald Kjølbro at enda í síni røðu og takkaði bæði bilførarum og arbeiðsfólki.

At enda tók borgarstjórin í Sunda Kommunu, Kim Durhuus, orðið. Hann vísti á, at brúgvin er ímyndin av samanhaldinum í kommuni.

Vilt tú vita meira um hetta evnið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ewald Kjølbro, stjóra á Landsverki, tlf. 290861, ella við kunningartænastuna tel. 290 804/290 805.

Úrslit: